Føroyar hava eina greiða favorittstøðu móti Belgia

Í annaðkvøld klokkan 19.30 spæla Føroyar fyrra venjingardystin móti Belgia

Í annaðkvøld klokkan 19.30, og leygarkvøldið klokkan 19.30 spælir føoyska manslandsliðið tveir venjingardystir móti Belgia.

 

Báðir dystirnir vera leiktir í høllini á Hálsi í Havn.

 

Talan er um seinastu dystirnar hjá Føroyum undan EM-spælinum í Týsklandi.

 

Komandi klokkan 17 spæla Føroyar fyrsta dystin í innleiðandi bólki D móti Slovenia.

 

Tríggjar veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin millum Føroyar og Belgia í annaðkvøld hava Føroyar sum stóran favoritt.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru bert 1,07.

 

Miðaloddsini upp á belgiskan útisigur eru so høg sum 10,80.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##