Føroyar nærkast floksimmuniteti

1. august verður kravið um at lata seg kanna við markið til Føroya slept

Farsóttarnevndin hevur avgjørt, at tann 1. august verður kravið um at lata seg kanna við markið til Føroya slept.

 

Tað merkir, at øll, sum koma til Føroya loftvegis ella sjóvegis eftir 31.juli ikki longur skulu lata seg kanna.

 

– Yvirskipaða metingin er, at tað er ráðiligt at sleppa hesum kravinum tá, tí tá standa vit á gáttini at røkka einum floksimmuniteti í Føroyum, sigur Farsóttarnevndin.

 

– Broytist smittustøðan grundleggjandi, eitt nú við smittsama Delta-fyribrigdinum, er ikki óhugsandi, at kravið um at lata seg kanna við markið, aftur verður sett í verk. 

 

Í løtuni eru 13 fólk smittað við koronu í Føroyum.