Føroyar raktar av tveimum skaðum

Avrikið í 1. hálvleiki ímóti Albania í Tirana er tað besta higartil í hesi EM undankappingini

Týski dómarin, sum ikki hevur verið serliga vinarligur ímóti føroyingunum í albanska høvuðsstaðnum Tirana, hevur bríkslað fyri hálvleiki.

 

Máltalvan sigur, at støðan er 0-0. Leikliga hevur føroyska liðið avrikað betur, enn tað hevur gjørt í nøkrum av undanfarnu dystunum higartil í ár.

 

Albania hevur havt tveir stórar málmøguleikar. Í fyrra førinum veittraði hjálpardómarin fyri rangstøðu, men tá hevði álopsspælarin verið so mikið ógvusligur í nærdysti við føroyska málverjan, at Mattias H. Lamhauge løtu seinni noyddist at fara av vøllinum, tí hann var skaddur.

 

Bárður á Reynatrøð loysti av í málinum, tá ið ein stórur hálvur tími var farin, og hann hevur bjargað heilt væl í tveimum førum.

 

Føroyska liðið er fremri á vøllinum, enn tað áður hevur verið, og hugburðurin er framúr. Føroysku spælararnir geva seg fult og heilt í nærdystunum, og teir leggja nógv fyri í renningunum.

 

Leikskipanin er 4-5-1. Gunnar Vatnhamar er ein av sentralu miðvallarunum, sum viðhvørt er eykamaður í miðverjuni. Hann lá skaddur á vøllinum í einar sjey minuttir, men hann er framvegis á liðnum.

 

Føroyingarnir hava meiri bóltin, enn teir hava verið ofta hava verið, og tað hava verið fleiri spentar støður í brotsteiginum hjá Albania, uttan at talan tó hevur verið um upplagdan møguleika.

 

-Vit hava verið disiplineraðir, og tá ið vit hava vunnið bóltin, so hevur tað verið friður yvir spælinum, sigur Eli Hentze við Jógvan Skeel Nolsøe hjá Kringvarpinum.

 

 

 

Føroyar: Mattias H. Lamhauge (Bárður á Reynatrøð, 34.) – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup B. Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen – Jóan Símun Edmundsson

 

Á beinkinum: Bjarti Mørk, Bárður á Reynatrøð, Mads Bo Mikkelsen, Hanus Sørensen, Petur Knudsen, Sølvi Vatnhamar, Klæmint A. Olsen, Hørður H. Askham, Adrian Justinussen, Pætur J. Petersen, Ári Mohr Jónsson, Andrass Johansen