Vágs Kommuna hevur sett upp ein nýggjan hjartastartara við Sandin. Hetta er eitt týðandi stig fyri at tryggja, at borgarar hava skjótan atgongd til neyðug hjálpartól í einari neyðstøðu.
Hjartastartarar eru sera umráðandi, tá ið eitt hjartastopp hendir. Teir kunnu bjarga lívum, um teir verða nýttir rætt og skjótt. Í Vágs kommunu eru fleiri hjartastartarar settir upp, og hetta er fyri at tryggja, at í einari neyðstøðu, so skal tað ganga skjótt. Tí er tað av alstórum týdningi, at hjartastartarar eru lætt atkomuligir. Inni á heimasíðuni www.hjartastartari.fo eru fleiri hjartastartarir skrásettir, tann nýggjarsti í Vágs Kommunu verður skrásettur á síðuni.
-Vágs Kommuna ætlar at seta fleiri hjartastartarar upp komandi tíðina, sigur borgarstjórin Bjarni Johansen. Hetta vísir, at Vágs Kommuna tekur ábyrgdina fyri borgarans trygd í álvara og arbeiðir støðugt fyri at betra um trygdina hjá sínum borgarum.
Hetta skrivar vagur.fo.
##med2##