Chelsea og Betis møtast í finaluni í Conference League

Hjá Betis mátti longd leiktíð til

Tað vera enska Chelsea og spanska, Betis Sevilla sum møtast í Conference League finaluni í Stadion Śląska leikvøllinum í Wrocław í Póllandi. Finalan verður leikt mikukvøldið 28. mai.

 

Chelsea kundi á heimavølli á Stamford Bridge leikvøllinum í London tryggja sær finaluluttøkuna við einum 1-0 sigri á svenska liðnum, Djurgården sum hevur havt eina flott kapping. Tað mesta av arbeiðnum var tó gjørt liðugt í Stokkhólmi, tá Chelsea vann heili 4-1, og sostatt samlað 5-1 í hálvfinalunum. 

 

Chelsea - Djurgården 1-0 (1-0) - (Chelsea vinnur samanlagt 5-1)

1-0 Kiernan Dewsbury-Hall ('38 )

 

Betis mátti út í longda leiktíð á útivølli móti Fiorentina. Betis hevði ein 2-1 sigur við sær til Firenze, og tá Anthony legði Betis á odda 1-0, og harvið samlað 3-1 sá gott út. Men Robin Gosens syrgdi við tveimum málum fyri at tvinga dystin út í longdu leiktíðini. Í longdu leiktíðini javnaði Abde Ezzalzouli fyri Betis, ið sostatt vann samlað 4-3.

 

Fiorentina - Betis Sevilla 2-2 (2-1 - 2-1) - (samanlagt 3-4 til Betis)

0-1 Antony ('30 )

1-1 Robin Gosens ('34 )

2-1 Robin Gosens ('42 )

2-2 Abde Ezzalzouli ('97 )