Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal til EM-endaspælið í hondbólti í Sveis, Ungarn og Eysturríki seinast í hesum árinum.
Føroyar sleppa við upp á tað uttasta mandatið aftaná 20-24 (8-12) tapið fyri Íslandi á Hafnarfirði í kvøld.
Turkaland og Slovakia hava eitt stig í tríarararoknskapinum, Portugal hevur einki stig og minus 29 mál í tríarararoknskapinum. Føroyar enda á fjórða plássinum í tríarararoknskapinum við ongum stigi og minus 30 mál í tríarararoknskapinum.
Føroyar eiga at senda Rumenia ein vakran tanka. Rumenia vann 31-24 á Grikkalandi. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14, og tá vóru vit nummar fimm í tríarararoknskapinum.
Portugal tapti 22-25 (13-10) fyri Kekkia. Hevði Portugal tapt við fimm málum, so høvdu vit verið nummar trý í tríarararoknskapinum.
Grikkaland er nummar fimm við ongum stigi og minus 40 mál tríarararoknskapinum. Litava er nummar seks við ongum stigi og minus 60 mál í tríarararoknskapinum. Kosovo er nummar sjey við ongum stigi og minus 66 mál í tríarararoknskapinum. Italia er nummar átta við ongum stigi og minus 84 málum í tríarararoknskapinum.
Í dystinum á Ásvellum á Hafnarfirði í kvøld skoraðu føroysku kvinnurnar upp á 20 av 41 málroyndum. Føroyska liðið brendi trý brotskøst. Ísland skoraði upp á 24 av 42 málroyndir.
Ísland-Føroyar 24-20 (12-8) - EM-undankappingardystur
Ísland: Elín Klara Þorkelsdóttir 10, Steinunn Björnsdóttir 5
Føroyar: Jana Mittún 8, Anna Elisabeth Weyhe Halsdóttir 3/2, Maria Pálsdottir Nólsoy 2/2, Pernille Brandenborg 2, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2, Bjarta Osberg Johansen 1, Súna Krossteig Hansen 1, Turið Arge Samuelsen 1.
Bjargingar: Rakul S. Wardum 8/19, Annika Fríðheim Petersen 4/14.
##med2##