Føroyska kvinnuflogbóltslandsliðið vann fyrr í dag 3-1 á vertunum úr Liktenstein. Tað var annars Liktinstein sum vann fyrsta setti 25-21.
Les eisini:Taptu fimm settara
Føroyska liðið kom tó sterkt aftur og vann trý tey næstu settini. Settúrslitini vóru 25-14, 25-21 og 25-11. Sostatt hevur Føroyar nú vunnið sín fyrsta dyst í EM-undankappingini, eftir at tær í gjár taptu 3-2 fyri Skotlandi.
Føroyska liðið skal í eldin aftur í kvøld, tá tær spæla móti Kýpros.