EM: FØROYAR VUNNU Á RUMENIA

Aftaná mótgongd fyrsta partin av seinna hálvleiki reisti føroyska liðið seg og knógvaði ein sigur heim móti Rumenia

Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur vunnið ein minniligan og glæsiligan 28-26 sigur á Rumenia í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn.

 

Føroyar vóru á odda 15-9 í steðginum, men høvdu nógvan mótburð fyrra partin av seinna hálvleiki, og tað eydnaðist rumenum at vinna seg upp á javnleik 20-20. 

 

Men føroyska liðið fekk høvdið fyri seg aftur. Pauli Jacobsen hevði nakrar bjargingar sum vóru avgerandi, og so fekst álopsspælið at rigga betri, og ein minniligur sigur var knógvaður heim seinastu løtuna. 

 

Hákun West av Teigum var helst dagsins maður hjá Føroyum við heili 11 málum. Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún gjørdu eisini mun við fimm málum hvør og nógvum fríspælingum til mál hjá øðrum leikarum. 

 

Føroyar-Rumenia 28-26 (15-9) - EM undankappingardystur

 

Føroyar: Hákun West av Teigum 11, Óli Mittún 5, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5, Tróndur Mikkelsen 3, Helgi H. Hoydal 2, Leivur Mortensen 2.

 

Bjargingar: Nicholas Satchwell 8/22 og Pauli Jacobsen 5/17 

 

Í EM undanbólki 4 hevur Eysturríki fýra stig, og er oddalið. Føroyar, Rumenia og Ukraina hava tvey stig hvør. Ukraina og Eysturríki spæla í annaðkvøld klokkan 18.