Allan Norðberg, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í KA spældu í dag móti botnliðnum, ÍR á útivølli í Reykjavík í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Tað endaði við 35-29 sigri til ÍR.
KA var á odda 18-15 í steðginum, men liðið úr Akureyri steðgaði upp aftaná steðgin, og tapti seinna hálvleik 11-20, og harvið dystin 29-35.
Úrslitið kemur illa við hjá KA í royndunum at vinna seg millum átta tey fremstu liðini, og harvið sleppa í endaspælið.
KA er nummar 10 í deildini við 11 stigum. Trý stig eru upp til Haukar, ið hava 14 stig á áttanda plássinum.
KA hevur bert trý stig niður til ÍR á næstaftasta plássinum, ið merkir niðurflyting til næstbestu deildina, so nú stendur á gomlum nøglum hjá føroyingaliðnum á Akureyri.