Aftaná EM-undankappingardystirnar móti Svøríki og Íslandi skuldu føroysku landsliðsleikararnir í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti aftur í eldin í dag.
Liðið hjá Janu Mittún, Viborg vann á heimavølli 34-29 á Silkeborg-Voel. Í steðginum var Viborg á odda 17-15.
Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn vunnu á heimavølli trivaligan 35-26 sigur á Ajax. Súna K. Hansen er uttanfyri við skaða, og Brynhild Pálsdóttir var heldur ikki við á liðnum hjá Ajax í dag.
Í steðginum var Keypmannahavn á odda 18-12. Pernille var noterað fyri tvey mál.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
1 | Team Esbjerg | 8 | 16 |
2 | Ikast | 8 | 14 |
3 | Odense | 8 | 14 |
4 | Keypmannahavn | 8 | 8 |
5 | Viborg | 8 | 8 |
6 | Aarhus United | 8 | 8 |
7 | NFH | 8 | 8 |
8 | SønderjyskE | 7 | 6 |
9 | Skanderborg | 8 | 6 |
10 | Silkeborg-Voel | 8 | 6 |
11 | Ringkøbing | 8 | 6 |
12 | Horsens | 7 | 5 |
13 | Bjerringbro FH | 8 | 5 |
14 | Ajax | 8 | 0 |