Føroyingar eru eitt lukkuligt fólkaslag

Føroyingar eru ógvuliga væl nøgdir við lívið, vísir ein nýggj kanning

Føroyingar eru eitt lukkuligt fólkaslag.

Tað vísir ein nýggj kanning, Gallup hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið.

 

Ein spurningur, fólk vórðu spurd um í kanningini, var, hvussu eydnusom tey eru.

Í kanningini skuldu fólk seta tal á, hvussu eydnusom tey eru og har skuldu  tey svara við einum tali ímillum 1 og 10. Jú hægri talið er, lukkuligari eru tey.

Og úrslitið vísir, at tað er eingin ivi um, at føroyingar eru eitt ógvuliga lukkuligt fólkaslag.

 

Úrslitið vísir, at tá ið føroyingar skulu seta tal á, hvussu eydnusamir teir eru, er úrslitið 8,2 av 10 møguligum stigum. Tað merkir at eydnusemið hjá føroyingum fær næstan fult stigatal.

Men tað er eitt sindur av muni á, hvussu eydnusamir fólk í teimum ymsu aldursbólkunum eru.

Tey blaðungu frá 15-24 ár, eru minst lukkulig, tí eydnusemis-talið fyri tey liggur á 7,7.

Mest lukkulig eru tey í góðum árum, altso tey frá 40-49 ár, tí tey seta sítt eydnusemið til 8,5 stig

 

Men eisini tey eldru, tey eru 60 ár, eru rættiliga væl nøgd við lívið. Tá ið Gallup biðjur tey seta tal á, hvussu eydnusom tey eru, seta tey talið til 8,1 av 10, sum er tað fullkomna eydnusemið.

Tá ið hinir aldursbólkarnr skulu seta tal á, hvussu eydnusom tey eru, seta tey talið til 8,4, so tað er í øllum aldursbólkum at føroyingar siga seg vera væl nøgdar við lívið.