Herfyri kom ársfrágreiðingin hjá Føroya Landsbókasavni fyri 1996 út. Henda frágreiðing er ikki eins umfatandi og tær undanfarnu, og hartil náddi hon júst at koma út, áðrenn 1997 var farið aftur um bak.
Men hetta hevur sína frágreiðing.
Doyðurin hevur nevniliga verið lagdur á, at leggja bókaheitini inn á eina telduskipan. Hetta hevði m.a. við sær, at landsbókasavnið var afturlatið 9 vikur í fjør.
Arbeiðið hevur tó tikið væl longri tíð, og longu fyri sjey árum síðani byrjaðu fyrireikingarnar til hetta stórarbeiði, ið nevnda innlesing jú er.
Samlaðu heitini á landsbókasavninum liggur um tey 130.000, og hesar 9 vikurnar í fjør summar vórðu ikki minni enn umleið 60.000 heitir løgd inn á telduskránna. Framman undan var nakað lagt inn, so í dag eru eini 70.000 heiti av teimum 130.000 inni á telduskránni.
Nógva vitjan
Í ársfrágreiðingini stendur nágreiniliga at lesa, hvussu nógv fólk hava lánt bøkur í 96, og hvussu nógvar bøkur vórðu útlántar. Somuleiðis ber til at samanbera við tølini fyri 1995, og her er ein týðilig øking at síggja.
Sosialurin hevur tosað við Martin Næs, landsbókavørð og Óluvu Isaksen, bókavørð um leyst og fast í sambandi við landsbókasavnið.
Tey bæði siga, at hóast knappliga 5.000 lánarar kanska ikki ljóða av so ógvuliga nógvum, so má minnast til, at hetta bert eru skrásettu lánararnir, tvs. teir lánarar, ið lána bøkur út av húsinum.
Ein hópur av fólki nýtir møguleikan at koma inn á landsbókasavnið og arbeiða ella lesa inni har. Hetta er ein stórur partur av kundaskaranum, men hesin verður ikki skrásettur.
Aðrastaðni er vanligt, at ein sonevndur teljari verður settur upp nærhendis úthurðini, ið skrásetur øll tey, ið vitja bókasavnið. Á tann hátt ber til nágreiniliga at skráseta øll tey, ið nýta bókasavnið, bæði tey, ið lána bøkur út av húsinum, og tey, ið gera nýtslu av tilboðunum á sjálvum savninum.
Hetta halda tey bæði kundi verið ynskiligt at havt eisini á landsbókasavninum, tí so kundi ein betri heildarmynd fingist av, hvussu stór vitjanin á savninum var um árið.
Mest yrkisbøkur
Men hvat lána fólk so yvirhøvur?
Jú, fyrst og fremst má sigast, at tað eru yrkisbøkur. Broytta skúlaverkið hevur gjørt tað alt meiri vanligt, at arbeitt verður við »projektum«. Hetta krevur ofta serligan lesnað, sum í mongum førum bert finst á bókasøvnunum.
Eitt annað, ið eisini ávirkar vitjanina á bókasøvnunum er, at í dag er alt meiri vanligt, at bert fáar bøkur verða keyptar til ávís evni, og so verður heitt á næmingarnar ? og roknað við ? at tey útvega sær restina av upplýsningunum frá bókum, tey leita sær fram á bókasøvnunum.
Hetta er sjálvandi mest galdandi fyri næmingar, ið eru komnir úr fólkaskúlanum, og eru í miðnámsútbúgving og hægri lestri. Tvs. frá student og frameftir.
Hetta merkir sjálvandi, at tørvurin á bókasøvnum økist alsamt, og landsbókasavnið hevur eisini brynjað seg til hesa øktu avbjóðingina.
EDV eitt vælsignilsi
Sum nevnt er stór orka løgd í at leggja bókaheitini inn á telduskipan. Hetta hevur bøtt munandi um leitimøguleikarnar, eins og hetta hevur lætt avgerandi um. Nú ber til at finna nágreiniliga fram til tað, lánarin ynskir eftir fáum sekundum. Við gomlu skipanini var bert møguligt at finna fram til bólkar, og so mátti hyggjast at hvørji einstakari bók. Við telduskipanini kann finnast fram til júst tað evni, ið lánarin ynskir.
Eitt annað, ið hevur økt munandi um møguleikarnar og hækka tænastustøðið ógvusliga er, at um Internetið ber til at finna fram til bøkur um stóran part av heiminum. Tað sigur seg sjálvt, at landsbókasavnið kann ikki liggja inni við øllum bókum, serliga ikki, tá talan gerst um fremmand mál. Men tá er skjótt og lætt at fara inn á Internetið og leita fram eina ávísa bók, ið lánarin ynskir.
Tú finnur ikki bert fram til, hvørt bókasavn hevur hesa bók, men tú sært eisini beinanvegin, um henda ávísa bók í løtuni er útlænt og um so er, nær tú kanst lána hana ? hvar í røðini tú í fall stendur.
Hetta kann spara nógva og drúgva bíðitíð.
Fyrispurningar
um allan heim
Eitt annað, ið hevur vundið nógv upp á seg, eftir at fólk hava varnast Internetið hjá landsbókasavninum, er, at fyrispurningar javnan koma á netinum.
Í flestum førum er hetta fyrispurningar um føroyskar bøkur ella føroyskt tilfar, ið skal verða nýtt í einumhvørjum sambandi, tað verið seg uppgávur ella kanningar um Føroyar.
Hesir fyrispurningar koma ikki bert frá føroyingum, ið lesa uttanlands, men so sanniliga eisini frá útlendingum. Og um nærum allan heim, kann leggjast aftrat.
Sigast kann tí, at Internetið á landsbókasavninum er við til at upplýsa útlendingum um Føroyar og at skapa áhuga fyri Føroyum og føroyingum.
Men sjálvandi koma eisini fyrispurningar frá føroyingum herheima, og landsbókasavnið skrásetir allar slíkar fyrispurningar. Ikki minst tí, at ikki ber altíð at svara upp á standandi fót. Hesir fyrispurningar kunnu røkka so víða sum frá nýrasjúkum um Japan undir seinna heimsbardaga til alt um Barbaru.
Dagbløðini á mikrofilmi
Ein onnur tænasta, ið lættir um hjá teimum vitjandi, er, at øll dagbløðini nú eru at finna á mikrofilmi.
Hetta ikki bert lættir um, tí drúgt kann vera at blaða fleiri árgangir ígjøgnum, og hartil bøtir hetta eisini munandi um slitið á upprunabløðunum.
Landsbókasavnið hevur fýra tól, har til ber at leita á mikrofilmunum, og tvey av hesum tólum kunnu skriva út tað, ein ynskir sær av tilfari úr hesum dagbløðum.
Ikki bert tey bløð, sum í dag verða útgivin, eru á mikrofilmi. Eisini fyrrverandi útgávur so sum Føroyingatíðindi, Eysturoyggin, Alt um Ítrótt o.s.v. eru at finna á hesum mikrofilmum.
Eisini finnist yvirlit yvir útgávuárini hjá ymisku bløðunum, og tí ber skjótt og væl til at siga, nær bløðini komu út fyrstu ferð, og nær tey góvust.
Men menningin steðgar ikki her. Martin Næs sigur, at teir hava ætlanir um, at brenna alt inn á fløgur. Tá fer tænastan at vera á einum so høgum stigi, sum næstan tilber. Tá kunnu fólk lána fløgurnar heim við, og so í frið og náðum leita eftir tí, tey hava brúk fyri. Er talan t.d. um eina ávísa grein úr einum ávísum blaði, men tú ikki veit júst nær, henda grein stóð í, ber til at leita eftir ávísum orði, ið kann leiða teg beint til greinina. Eitt nú navnið á tí, ið greinina hevur skrivað.
Mest føroyskt tilfar
Sum nevnt fyrr í greinini, finnast eini 130.000 bókaheiti á landsbókasavninum. Við í hesi rúgvuni er sjálvandi talt alt tað, sum út er komið á føroyskum.
Martin Næs sigur, at ein av høvuðsuppgávunum hjá landsbókasavninum er júst at savna allar føroyskar bøkur ? ella rættari sagt allar føroyskar útgávur. Tað verið seg dagbløð, vikubløð, bøkur, ja, stutt sagt alt, ið verður givið út á føroyskum, so ella so. Prentsmiðjurnar hava eina beinleiðis ábyrgd av at lata landsbókasavninum eintøk av øllum, teir prenta.
Men sjálvandi eru ikki bert bøkur á føroyskum máli at finna á landsbókasavninum. Útgávur á hinum norðurlendsku málunum verður roynt at keypa so sum fíggjarliga orkan er, og eisini finnast fleiri enskar bøkur í savninum.
Landsbókavørðurin vísir á, at fyri bert fáum árum síðani, var neyvan talan um at lána enskar bøkur út til onnur enn fakfólk, men í dag tykist málsliga forðingin vera sera lítil ? fyri ikki at siga eingin. Hetta metir hann fyri ein part er orsakað av broyttu skúlaskipanini, men so sanniliga eisini av sjónvarpinum. So tað er ikki bara til tað ringa.
Vaksandi kundaskari
Fyri aftur at venda okkum til ársfrágreiðingina fyri 1996 sæst, at stór øking er, bæði í talinum av útlánum og av kundum. Útlánini vóru í 1995 um 11.000, meðan tey í 96 vuksu upp í 14.500. Eisini talið á fólki, ið lántu á landsbókasavninum vaks úr 3.550 í 95 til 4.850 í 96.
Bæði Óluva Isaksen og Martin Næs eru samd um, at tølini fyri 1997 fara at vísa ein munandi vøkstur. Men tey tora kortini ikki at gita um nøkur nágreinilig tøl enn.
Einki er tó at ivast í, at kundaskarin er vaksandi. Hetta ikki minst eftir at fólk hava kent, at landsbókasavnið við telduútgerð og Interneti kann veita eina nógv betri tænastu.
Og so kunnu fólk eisini sjálvi hjálpast á Internetinum, hava tey hug til tess. Landsbókasavnið hevur nevniliga eina teldu burturav til lánarar, har teir sjálvir kunnu leita seg fram til tað, teimum lystir.
Henda teldan er upptikin frá tí bókasavnið letur upp, til tað læsir aftur. So ynskiligt hevði verið við fleiri slíkum.
Fólk kenna sær ábyrgd
Tað hoyrist onkuntíð um, at fólk knappliga finna eina bók onkunstaðni í húsinum, sum tey í sínari tíð hava lánt á bókasavninum, men sum tey langt síðani hava gloymt alt um. Men hetta er ikki nakar gerandiskostur fyri tey á landsbókasavninum.
Skipanin er annars hon, at verður ein bók ikki borin aftur, verður áminningarskriv sent út. Hetta verður gjørt tvær ferðir, og triðju ferð verður so rokning send fyri bókina. So mugu fólk stríðast við Gjaldstovuna um tað, sum Óluva tekur til.
Men tey bæði vísa á, at hetta hendir sera sjáldan ? kemur nærum ikki fyri. Fólk kenna sær ábyrgd í so máta. Tey vita, at bera tey ikki bókina aftur, fáa onnur fólk heldur ikki gleði av henni.
Og, sum Martin Næs vísir á, so eru bókasøvnini nærum einasta staðið, har tú kanst fáa eina tænastu uttan at gjalda fyri hana.
Sum eitt uppískoyti kann nevnast, at tá greinskrivarin skuldi fáa avtalu í lag við Martin Næs, sá hann í telefonbókini, at opið var millum kl. 13 og 21 mánadag til hósdag og frá 13 til 18 fríggjadag. Men hetta er tó ikki so. Landsbókavørðurin vísir á, at her er ein feilur í, og opið er mánadag til mikudag frá kl. 10 til 20 og hósdag og fríggjadag frá kl. 10 til 17.
So skuldi eisini tað verið komið upp á pláss.