Í løtuni eru fleiri Sea Shepherd fólk í Føroyum, enn tað hava verið higartil í summar.
Tað sigur Peter Thaysen, chefpolitiinspektørur.
Hann sigur, at í løtuni eru upp ímóti 70 fólk frá Sea Shepherd ymsastaðni í Føroyum og halda vakt og tryggja, at eingin grind verður hildin til.
Nógvar søgur hava gingið um, at Sea Shepherd fólkini fleiri ferðir eru tikin í at stjala mat og annað úr handlum og kioskum.
Men tað hevur Peter Thaysen ikki varhugan av. Í øllum førum eru tey ikki meldað fyri stuldur.
Tað einasta, hann hevur hoyrt um, er at tey skuldu hava tikið nakrar pissøl í einum handli í Nólsoy.
Hann sigur, at tað er heldur tvørturímóti, at fólkini frá Sea Shepherd siga, at føroyingar gera seg inn á tey.
Tey siga, at nummarplátur verða tiknar av bilum hjá teimum, dekk verða kruvd og førroyingar gera seg inn á tey, har tey halda til.
- Men nógv tað mesta, talan er um, er bara sovorðið smáttarí, sum tey ikki meta sum annað enn ein part av tí tað er at vera mótmælisfólk av hesum slagi.
- Tey gera ikki nakran háva burtur úr hesum, sigur Peter Thaysen.
Les eisini: Verður grind í Føroyum, leggja vit okkum uppí
Hann hevur varhugan av, at tey í Sea Shepherd halda, at átakið í Føroyum er sera væleydnað, tí eingin grind er deyð ímeðan tey hava verið her.
Og tey ætla sær at vera her, heilt til í oktober.
Peter Thaysen sigur, at limirnir í Sea Shepherd ætla ikki at vera við í mótmælistiltakinum ímóti grindadrápi, sum var fráboðað at vera á ólavsøku, men sum nú er tódnað niður í, at tað verða bara tveir mans sum koma.
Les eisini: stóra mótmæli á ólavsøku ímóti grind er avblást
Tey í Shea Shepherd hava eisini boðað frá, at tey ætla at ganga spakuliga um hurðarnar á ólavsøku og ikki at gera nakað, sum kann vera til fortreð á okkara tjóðarhátíð.