Tilburðirnir at húðkrabba í Føroyum, eru meiri enn tvífaldaðir hesi trý seinastu árini. Tað vísa seinastu tølini yvir krabbameinstilburðir í Føroyum. Tað er krabbameinsskráseting Føroya á Landssjúkrahúsinum, sum hevur gjørt uppgerðina. Men Krabbameinfelagið vísir á, at talan er ikki um tey heilt endaligu úrslitini og tey skulu sostatt takast við ávísum fyrivarni. Tølini vísa, at í 2011 vóru 22 tilburðir av húðkrabba í Føroyum, men í fjør vóru tað fingu heili 52 føroyingar, sum fingu staðfest krabbamein í húðini. - Ongantíð áður hava so nógvir føroyingar fingið staðfest húðkrabba eftir einum árið, sigur Krabbameinsfelagið. Talið á teimum, sum fingu krabbamein í húðini fór at veksa í stórum eftir aldarskiftið og hava ligið úr nøkrum og tríati tilburður um árið, til nakrir og fýrati tilburðir um árið. Men í 2011 fall talið munandi, heilt niður á 22 tilburðir, men í 2012 vaks tað so aftur upp í 43 tilburðir og í fjør kvinkaði tað so enn longur upp, heilt upp í 52 tilburðir. Hinvegin er talið á tilburðum av móðurmerkjakrabba fallið munandi hesi seinastu árini úr 16 í 2005 niður í 5 tilburðir í miðal seinastu árini. Annars vórðu tilburðirnir av móðurmerkjakrabba eisini farnir at økjast í tali, til teir komu í hæddina í 2005, tá ið 16 tilburðir vóru. Men síðani er tað minkað aftur og í fjør vóru seks tilburður av móðurmerkja krabba. Hesi seinastu árini hava teir annars verið einir fimm í tali. Í Krabbameinsfelagnum staðfestir Jancy Gaardlykke, at tað ber ikki til at taka nakrar avgjørdar niðurstøður eftir at tey nýggjastu tølini eru staðfest. - Føroyar eru eitt lítið land og tølini eru smá og tískil kunnu sveiggini verða stór, siga tey í Krabbameinsfelagnum. Tí ber ikki til at siga hvønn veg rákið gongur, fyrrenn vit hava nógv ár at samanbera við. Men hon staðfestir, at sól og solarium er ein orsøk til, at fólk fáa húðkrabba og móðurmerkjakrabba og tað er trúligt, at fólk fáa meiri sól á seg, ella brúka solarium meiri, hóast nógvar ávaringar um, hvussu krabbameinselvandi, tað er. |