Ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Sosialin vísir, at heili tveir triðingar av teimum spurdu, ynskja at betra um sína heilsu og lívsstíl í nýggja árinum.
Meðan tey yngru í størstan mun svara, at tey vilja liva sunnari, so vilja tey millum 25 og 44 ár fyrst og fremst klænka seg, meðan tey yvir 45 ynskja at tapa seg og røra seg meiri.
Eingin ivi er um, at tað er heilsan, sum er fremst í hugaheiminum á fólki, nú nýggjárslyfti skal gevast. 23 prosent av øllum teimum, ið hava svara kanningini ætla at tapa seg, 19 prosent vilja liva sunnari og 18 prosent vilja røra seg meiri. 10 prosent ynskja betri skil á sínum fíggjarviðurskiftum, meðan 8 prosent ynskja at læra okkurt nýtt.
<script id="infogram_0_nyggjarslyfti2-15" title="Nýggjárslyfti2" src="//e.infogr.am/js/embed.js?ZMj" type="text/javascript"></script>