Um vikuskiftið varð skipað fyri danmarksmeistaraskapinum í frælsum ítrótti fyri ung. Ellivu føroyingar luttóku í kappingini og ikki kann sigast annað, enn tað eydnaðist væl. Við sær á heimferðini høvdu føroyingar eitt gull, trý silvur og trý bronsu. Tað skrivar fif.fo.
Einasta føroyska gullmerkið vann Tórur Mortensen, tá hann kappaðist í trístøkki.
Føroyingar høvdu tó vónir til, at eisini Rebekka Fuglø fór at vinna gull, men darvaði sjúka rennaran í døgunum upp til kappingina. Sjúkan forðaði tó ikki Rebekku Fuglø at kappast, og megnaði hon at vinna tvey silvurmerkir á teinunum 800 og 1.500 metrar.
Triðja silvurheiðursmerkið vann Trygi Laksafoss, ið vann bronsu í trístøkki í aldursbólkinum 20-22 ár.
Bronsuheiðursmerkini vunnu Julian Gregersen í 800 metrum renning, Hallur Simonsen í klingrukasti og Edna Maria Debes í trístøkki.