Føroysk heimagjørd páskaregg

Í dag er páskasøla á Heiminum við Vallalíð. Her verður nógv heimagjørt at fáa - millum annað tey vælumtóktu føroysku páskareggini

Í dag leygardag 29. mars kl 12. verður páskasøla á Heiminum við Vallalíð
Her fáast millum annað tey sera vældámdu heimagjørdu føroysku páskareggini.

Harumframt er søla av rullupylsa, royktari kjøtpylsu, blóðpylsu, livurposteig, turrari grind, spik, garnatálg, súltutoy, ymiskt heimabundið, heimgjørd bomm, páskakurvar, páskadekratiónir, páskabukettir o.a..

Café'in bjóðar ræsta súpan og vaflur
Eisini verður tombola og lutaseðlar við góðum vinningum.


Tórmóður Stórá heldur fyrilestur kl. 14.45 um Demens.

BINGO byrjar kl. 15.30