Tað tók sína tíð hjá føroysku línuskipunum at koma yvir á Flemish Kap, men síðan skipini komu á fiskileið og byrjaðu at fiska, hava tey havt rokfiskiskap.
Frystilínuskipini, Klakkur, Eivind og Kambur, rendu seg í vánaligt veður á ferðini vestur um hav, og tey høvdu umleið 12 samdøgur um teinin.
Ísfiskalínuskipið Váðasteinur, sum fór avstað nakrar dagar seinni enn hini trý, hevði níggju samdøgur um ferðina, og her vóru skipari og manning eitt sindur hepnari við veðrinum.
In.fo hevur tosað við reiðara, sum varðar av línuskipi á Flemish Kap og sum skilst, hava frystiskipini havt nakrar setur, sum allar hava verið góðar.
Váðasteinur, sum kom á fiskileið mánadagin í hesi vikuni, hevur havt sína fyrstu setu, og teir rendu seg eisini beinanvegin í nógvan og góðan fisk.
- Skipini gera stórar setur, og alt er stórur og góður toskur. Soleiðis, sum fiskiskapurin er í løtuni, kann roknast við, at seturnar liggja um eini 30.000 pund, og tað er óføra góður línufiskiskapur.
Trý av føroysku línuskipunum, sum í løtuni eru á Flemish Kap, eru frystiskip, meðan Váðasteinur er á ísfiskaveiði. Váðasteinur tekur millum 230.000 og 240.000 pund av ísfiski, og ætlanin er, at skip og manning koma heim við lastini, tá túrur er lokin.
- Hetta verður ógvuliga spennandi, og vit vóna, at alt fer at gangast føroysku skipunum á Flemish Kap væl, sigur reiðari, sum in.fo hevur tosað við.