Føroysk list á mentanarnátt í Bramming

Føroysk listafólk á sýna fram í Suðurjútlandi

Tað verður føroyskt mentan og list á skránni hóskvøldið 5 september, tá ið føroysk listafólk fara at sýna fram á Bramming Egnsmuseum í Bramming í Suðurjútlandi, beint eystanfyri Esbjerg.

 

Talan er um listafólk, sum hava verið frammi í fleiri ár og har tey flestu eru búsitandi í Danmark og listaframsýningin verður opin til 13. september, tað er næsta fríggjadag.

 

Listafólkini eru Lív Ejdesgaard og Rúna Hansdóttir, sum fara at sýna fram málningalist og Heidi av Reyni, sum fer at sýna fram skulpturar.

 

Úr Føroyum sýna Rosa Birgitte Dahl Christiansen fram glaslist og Sirri vísir fram pløgg úr ull.

 

Føroyska listaframsýningin verður hildin saman við mentanarnáttini í Bramming og skráin fyri kvøldinum sær soleiðis út.

 

Framsýningin letur upp klokkan 18 hóskvøldið, tá verður felagssangur og borðreitt verður við turrum tvøsti, turrum spiki, turrum fiski, føroyskari rullupylsu, og onkrum føroyskum at skola alt niður við

 

Jústinus Leivsson Eidesgaard, rithøvundur, at siga nøkur orð um føroyska mentan og list í føroysku mentanini og Hanus G. Johansen á pall at syngja og spæla føroyskar sangir. Tey fara eisini upp á gólv eina løtu, áðrenn “Bramming Kulturpris” verðir latin og kvøldið endar við føroyskum dansi.