Nú Tingið umrøður eina veðurlagslóg so eru Løgtingslimir aftur komnir inn á spurningin um tað er á olju og gass hja okkum sjálvum og um vit skulu fara undir leiting aftur.
Vit hava hug at gloyma at vit hava funnið olju og gas ! Í 2001 boraði Amerada Hess bólkurin á sokallaða Marjun feltinum (6004/16-1Z) sunnanfyri Føroyar og fann bæði olju og gass í fyrstu boring.
Mett var at tað vóru út ímóti 90 mio tunnur av olju, hetta er so mikið nógv at tað var líka við at verða mett sum fíggjarligt gjørligt at fara eftir oljuni. Oljan var sera góð og løtt. Eisni var fitt av gassi har. Amerada Hess hevði ymiskar tekniskar vurderingar av reservoirinum sum gjørdi at man ikki vildi fara víðari við Marjun tá.
Síðani vóru 8 aðrar boringar gjørdar og í fleiri teirra vóru minni nøgdir av olju og gass. Tað er við hesum prógvað og ein sannroynd at vit hava eina aktiva producerandi olju og gas skipan á okkara landgrunni. Síðani kom stígur í leitingina, men Jarðfangi heldur grýtuni á kóki og tað ljóðar at tað er ein altjóða áhugi fyri økinum sunnanfyri Suðuroynna. Tað er sannlíkt at tað er stórur møgulleiki fyri munandi oljuøkir a landgrunninum ma., á William økinum !
I hesum grønu tíðum er gass eisini ein møgulleiki. Tad er munandi minni útlát av gass framleiðslu. Norðanfyri Føroyar liggur feltið KÚLUBØKAN. Tað er sera sannlíkt at hetta er eitt sera stórt gassøki, kanska við sambandi við stóra Snøvit gass øki i Noregi. Nógvur seismikkur varð gjørdur á Kúlubøkuni, men ikki borað. Um vit ídag fóru at bora á Kúlubøkuni og fingið gassid til høldar vildi hetta verði ein bílig orkukelda hjá Føroyum sum vildi vart eini 100 ár. Vert er at nevna at sera grøna Danmark ífjør lat stóra gassfeltið TYRA 2 upp aftur. Hetta feltið kann nøkta alla danska gass tørvin.
Tað er so ein stórur politiskur spurningur um Føroyar aftur skal fara at huxa um olju og gas ella gloyma tað av umhvørvis orsøkum. Sannroynd er tíðanverri at vit koma at innflyta olju í nógv ár afturat.
Lat meg verða tann fyrsti at siga, at vit hava storan tørv á einum skilagóðum grønum orkuskifti. Alheims upphitingin – i storan mun gjørd av mannaávum – rakar nú Føroyar hart og fer okkara hav umhvørvi og firðir og laksa alingin at merkja sviðan av hesum i komandi árum, so vit mugu gera okkara skyldu við skynsamt at minka útlát okkara.
Eg sakni eitt tos um kjarnorku sum eitt alternativ. Kjarnorkan hevur onki utlat og er ongin vandi idag av henni. Eisini mugu vit gera nógv meira við sjóarfalls orkuna sum eg persónliga meti er framtíðin ! Vit kunnu bara líta at Orkney hvussu langt teir eru komnir á hesum øki, vit kundu arbeitt skjótari.
Eg vil leggja afturat at Suðuroyggin er næsti granni til bretska oljuídnaðin beint á markinum har Rosebank og Cambo feltuni eru og allarhelst fara hesi undir framleiðslu í næstum og hevði tað verið kærkomið fyri vinnulivið í Suðuroynni at sloppið framat sum veitarar og back up. Av Tvøroyri til Rosebank við tyrlu eru undir 30 minuttir so upplagt við tyrlustøð á Tvøroyri. Eisini er sera stutt siglingarleið til hesi økir, so har eru nogvir møgulleikar um Tvøroyri og Suðuroyggin halda seg framat!
##med2##
##med3##
Johan Mortensen













