Føroyska loftrúmið eisini stongt fyri russiskari ferðslu

– Forboðið er eisini galdandi fyri Grønland og Føroyar, sigur Trine Bramsen, ferðslumálaráðharri, sum varar av føroyska loftrúminum, sum er danskt málsøki

Í dag boðaði ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen frá, at ES steingir loftrúmið fyri russiskum flogførum. Hetta merkir, at russisk flogfør ikki longur kunnu lenda, lætta ella flúgva í ES-loftøkinum. 

 

Hóast Føroyar ikki eru partur av ES, so verður føroyska loftrúmið nú eisini stongt fyri russiskari ferðslu, sambært donsku stjórnini, sum hevur valt sama forboð eins og restin av ES. 

 

– Danmark fordømir eins og meginparturin av heiminum russisku innrásina, sum sjálvandi hevur avleiðingar. Tí siga vit nú, at russisk flogfør ikki eru vælkomin í danska loftrúminum. Forboðið er galdandi frá á midnátt og er eisini galdandi fyri Grønland og Føroyar, sigur Trine Bramsen, ferðslumálaráðharri, í einum tíðindaskrivi í dag. 

 

Enn hava føroysku myndugleikarnir ikki boðað frá hesum forboðnum fyri russiskari ferðslu í føroyska loftrúminum.