– Føroyska rávøran verður ikki tikin í álvara

– Samstundis sum vit innflyta eina rúgvu av kjøti, so sleppa føroysku bøndurnir ikki av við sítt kjøt. Tað gevur ikki meining, sigur Elisabet Dalsgaard

Elisabet Dalsgaard (Mynd: Matkovin)

Ein avbjóðing hjá føroyskum matvøruframleiðarum er, at teir mugu kappast við tað, sum verður importerað úr øðrum londum. Eitt nú er kjøt úr Íslandi og New Zealandi vanligt at síggja í føroyskum matvøruhandlum.

 

– Eg kenni fólk, sum keypa íslendsk høvd í staðin fyri at keypa føroyskt frá mær. Ísland og New Zealand levera, sjálvt um vit hava eina rúgvu í boksini. Tað er óskiljandi, sigur Elisabet Dalsgaard, sum fyri tíðina rekur Dalsgarðin í Skálavík.

 

– Men altso, vit kunnu ikki tvinga nakran til at keypa føroyskt.

 

Hon heldur tó, at hetta er ein ábyrgd, sum fyritøkur og stovnar eisini eiga at taka á seg.

 

– Nógvar fyritøkur geva jólapakkar til síni starvsfólk. Men har er næstan onki føroyskt í. Í staðin eru íslendsk ryggjastykki og bógvar úr New Zealandi. Hví er ikki meira føroyskt í? spyr Elisabet Dalsgaard.

 

– Vit kundu verið nógv raskari at stuðlað okkum sjálvum. Her er so nógvur seyður í Føroyum, so tað skuldi ikki verið so ringt, sigur hon.

 

Elisabet Dalsgaard saknar meira fokus á føroyskan mat í almenna rúminum.

 

– Eg haldi, tað verður gjørt alt for lítið fyri at fáa fólk at keypa og virðismeta hesar vørur, sum føroyskir matframleiðarar hava at bjóða. Her haldi eg, at eg tosi fyri okkum øll, sigur hon.

 

Elisabet Dalsgaard (Mynd: Matkovin)