Føroyska toska­kvot­an á Flem­ish Kap hækkar aftur

Føroyski parturin av toskakvotuni á Flemish Kap er 22,35 prosent, og verður okkara partur sostatt 3.433 tons í 2026 samanborið við 2.819 tons í 2025

 

Ársfundurin í NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) varð hildin í Halifax í Kanada í døgunum 15.-19. september 2025.

 

- Støddin á toskastovninum á Flemish Kap hevur verið skiftandi, síðan latið varð upp aftur fyri fiskiskapi í 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðitrýst.

 

Soleiðis siga tey í Fiskimálaráðnum í dag.

 

Lagt verður aftrat, at nýggja fyrivarnismeginreglan vísir, at stovnurin er væl fyri, og NAFO-Vísindaráðið mælti tí til eina hækking av mest loyvdu veiði (MLV), sum samstundis tryggjar, at veiðan framhaldandi skal vera burðardygg.

 

NAFO-limalondini samdust um eina hækking á 21,7 prosent og MLV varð ásett til 15.360 tons fyri 2026.

 

- Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35 prosent, og verður føroyski parturin sostatt 3.433 tons samanborið við 2.819 tons í 2025. Smærru kvoturnar av svartkalva og kongafiski eru tær somu, ávikavist 187 tons og 69 tons.

 

Í Fiskimálaráðnum vísa tey á, at Kanada í fjør læt upp aftur fyri fiskiskapi eftir toski á Grand Bank, har veiðibann hevur verið síðani 1993. Kanada hevur eina kvotu á 95 prosent av MLV, og Føroyar hava eina kvotu á 40 tons samanborið við 20 tons í 2025.

 

Sagt verður, at rækjustovnarnir á Flemish Kap og Grand Bank hava trupult við at koma fyri seg. Veiðibann hevur verið á Grand Bank síðan 2015 og á Flemish Kap síðan 2022.

 

Limalondini vóru samd um at halda fram við veiðibanninum, eins og Vísindaráðið mælir til.

 

- Kanningar vísa tó, at rækjustovnurin í kanadiskum sjógvi er veksandi, og útbreiðsluøkið er broytt. Vísindaráðið fyrireikar nýggja stovnsmeting og eitt tilmæli um rækjuveiði á Grand Bank til næsta ársfund.

 

Í Fiskimálaráðnum siga tey, at føroyska sendinevndin var mannað við umboðum úr fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, Vørn, Føroya Reiðarafelag og Felagnum Línuskip.