Føroyski borgarstjórin í Gundsø fyllir 60

Mánadagin tann 25. mai fyllir borgarstjórin í Gundsø Kommunu 60 ár. Hann er føroyingur, eitur Jens Müller og er ættaður úr Havn

Mánadagin hevur borgarstjórin í Gundsø Kommunu rundan føðingardag - hann fyllir 60 ár.

Borgarstjórin eitur Jens Müller og er føddur ig uppvaksin í Havn.

Jens byrjaði sum sjómaður, men gjørdi sum 24 ára gamal av, at flyta til Danmarkar. Í 1969 flutti hann til Jyllinge har øll familjan býr.

Hann er sera væl dámdur í Jyllinge og hevur millum annað verið havnafúti í býnum.

Jens er giftur Gunnvør, sum er ættað úr Sumba. Tey eiga tvey børn og tvey abba-/ommubørn.

Núverandi borgarstjórin í Gundsø varð valdur í býráðið á fyrsta sinni í 1985. Tá gjørdist hann varaborgarstjóri. Hann varð afturvaldur í 1989 og í 1993 tá hann eisini gjørdist borgarstjóri.

Hann umboðar Konservativa Fólkaflokkin og hevur sambært tíðindaskrivinum frá Gundsø Kommunu havt fleiri nevndarstørv í flokkinum.

Við valið í 1997 varð Jens afturvaldur, og hann helt fram sum borgarstjóri. Tað er fyrstu ferð í nýggjari tíð, at borgarstjórin í Gundsø heldur fram eftir eitt val.

Tað verður sagt um Jens Müller, at hann er kendur fyri at halda tað hann lovar. Hann dugir væl at savna fólk sum hava evni at samstarva.

Tað verður eisini sagt, at hann dugir sera væl at leggja málini til rættis, soleiðis at eitt smat býráð atkvøðir fyri teimum. Ein sera góður eginleiki at hava.

Føðingardagin, 25. mai, verður hildin móttøka á ráðhúsinum í Gundsø.