Føroyski landsliðsmálverjin bjargaði ein triðing av málroyndunum

Kappingarárið hjá Nicholas Satchwell og Allani Norðberg er liðugt. Teir vunnu seg ikki í endaspælið, men sluppu undan at flyta niður í næstbestu deildina.

Tíð er hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Nicholas Satchwell og landsliðsleikaranum, Allani Norðberg at gera status aftaná lokið kappingarár í bestu hondbóltsdeildini í Íslandi.

 

Liðið hjá Nicholas og Allan, KA vann seg ikki í endaspælið, men kunnu heldur anda lættan, at teir knógvaðu 10. plássið heim, tí nummar 11 og 12 fluttu niður í næstbestu deildina.

 

Nicholas var við í øllum 22 dystunum hjá KA í bestu deildini, har hann var í harðari kapping við Bruno Bernat at verja málið hjá KA. Ta tíðina Nicholas vardi málið hjá KA bjargaði hann umleið triðju hvørjari málroynd móti málinum hjá honum. 

 

Samlaða bjargingarprosentið hjá Nicholas fyri teir 22 dystirnar fyri KA í bestu deildini gjørdist 32,6 prosent, sambært heimasíðuni hjá íslendska hondbóltssambandinum. 

 

Tá talan var um brotskøst hevði Nicholas eitt bjargingarprosent upp á 20,5 prosent í hesum kappingarárinum. 

 

Allan var við í 17 av teimum 22 dystunum hjá KA í bestu deildini. Í hesum 17 dystunum skoraði Allan 28 mál.

 

23. apríl møtast Nicholas og Allan saman við hinum í landsliðshópinum fyri at fyrireika seg til aldarinnar landsdyst, EM-undankappingardystin móti Ukraina í høllini á Hálsi, mikukvøldið 26. apríl klokkan 19.