Bergur Jacobsen, ið hevur røkt tænastuna sum sóknarprestur hjá Sankta Ólavs kirkjuliðið tey seinastu 20 árini, legði frá sær 2. jóladag í fjør.
Nú verður søkt eftir presti til tað føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn, Sankta Ólavs kirkjulið. Tað er Kirkjumálaráðið, ið hevur lýst embætið leyst, og umsóknarfreistin gongur út 8. februar 2016.
Hetta embætið er eitt danskt málsøki burturav. Biskupur í Keypmannahavn hevur umsjón við embætinum. Hóast málsøkið er danskt, fær embætið ein føroyskan profil. Sagt verður í lýsingini, at komandi sóknarpresturin skal kunna tosa á føroyskum.
- Sæð úr kirkjunnar heimliga umhvørvi fegnast vit um, at komandi – eins og undanfarnu – sóknarpresturin skal vera til gagns og gleði fyri føroyingar í Keypmannahavn og tey, ið søkja sær heilsubót á sjúkrahúsunum í høvuðsstaðnum, skrivar bispur.