- Vit eru øgiliga fegin! Tað søgdu tey á teknistovuni Map Arkitektum í Havn, tá ið tey greiddu frá, hví tey høvdu bjóðað byggiharrum, arbeiðstakarum, ráðgevarum, og øðrum, á eina lítla samkomu í gjár.
Og tað, tey eru so fegin um hjá Map Arkitektum, er, at tey eru vigað og funnin nóg tung at sleppa upp í part, tá ið ein rættiligur múrsteinur av eini bók skuldi skrivast um arkitektar í Norðurlondum.
Bókin, sum hevur heitið Ebbs & Flows, og sum er yvir 500 síður, lýsir nýggjari arkitektur í øllum norðurlondum, og hesa ferð eisini úr Føroyum. Í bókini er ein lýsing av 58 teknistovum í Norðurlondum, sum hava gjørt vart við seg, 15 donskum, 15 norskum, 15 svenskum, 8 finskum, 4 íslendskum og so eisini 1 føroyskari teknistovu.
Í bókini eru nakrir bygningar hjá Map arkitektum lýstir, nevniliga Skúlin á Argjahamri, Løgtingið, Fiskivinnuskúlin, Uppskot til nýggjan býráðssal í Havn, Barnagarðurin á Velbastaðvegnum og ein bóndagarður á Velbastað. - Vit eru bæði glað og errin av hesum, sigur Heidi Poulsen, sum er ein av arkitektunum hjá Map arkitektum.
|
Síggj fleiri myndir frá móttøkuni við at trýsta HER