Komandi leygarkvøld verður aftur føroyskt á Christiania, tá Vágaverk, Lena og Knút fara á pall í Operaen.
Seinastu árini hava alsamt fleiri føroysk tiltøk verið á Christiania, tónleikatiltøk av alskyns slag við rokkbólkum, poppbólkum, fólkatónleikarum, rapparum, punkarum og øllum møguligum øðrum.
Nú leygarkvøldið verður so aftur føroyskt á Christiania og talan verður um eina fjølbroytta skrá, tí Knút, Lena Anderssen, og teir báðir Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, ið manna Vágaverk fara á pall at undirhalda undirhaldstystar føroyingar og onnur, ið ynskja at uppliva eitt sindur av mentan úr útnorði.
Tiltakið byrjar kl. 22 og heldur á langt út í náttina.