Føroyskt kappingarføri í broytingartíðum

- Hetta er eitt alment tiltak um menning av føroyskum kappingarføri í einum heimi, sum er í broyting. 

- Hvørja ávirkan hevur tað á heimin, at tað er kríggj í Evropa? spyr Eysturoyar Vinnulívsfelag.

Hvussu menna vit føroyskt kappingarføri í hesum broytingartíðum?

 

Tað er eitt av evnunum á einari ráðstevnu, sum Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri í Løkshøll í Runavík í kvøld. 

 

- Hetta er eitt alment tiltak um menning av føroyskum kappingarføri í einum heimi, sum er í broyting. 

 

Fyrireikararnir siga, at tiltakið fer at seta fokus á, hvørja ávirkan broytti heimurin hevur á føroysku vinnuna, hvørjar broytingar hetta viðførir, og hvørjar møguleikar broytta støðan gevur.

 

- Hvørja ávirkan hevur tað á heimin, at tað er kríggj í Evropa? er ein av yvirskriftunum, sum Eysturoyar Vinnulívsfelag setir í samband við forvitnisliga tiltakið í Løkshøll í kvøld.

 

Fyrilestrarhaldararnar eru Dag Sletmo, leiðandi ráðgevi innan fiskivinnu í DNB, størsta bankanum í Noreg, Gorjan Nikolok, leiðandi greinari innan matvøruframleiðslu í Rabobank í Hálandi og Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, Lóður.

 

- Ráðstevnan, sum byrjar klokkan 19 og varar til klokkan 21.30, er almenn og ókeypis, verður lagt aftrat.

 

 

 

 

 

 

 

- Hvørja ávirkan hevur tað á heimin, at tað er kríggj í Evropa? spyr Eysturoyar Vinnulívsfelag.