Barna- og útbúgvingarmálaráðið skrivar, at føroysku gentuskótarnir eru við at fáa sjálvstøðugan limaskap í altjóða skótafelagsskapinum WAGGGS, sum stendur fyri The World Association of Girl Guides and Girl Scouts. Endamálið hjá altjóða felagnum er, at stuðla gentum og ungum kvinnum at menna sjálvsálit, leiðsluevni og førleikar at gera mun í egnum lívi og samfelagi.
Landsstýrismaðurin varð kunnaður um altjóða felagsskapin, sum hevur 153 limalond og meiri enn 10 milliónir fólk kring allan heimin eru við. Á fundi í Kambodja í juni mánaði í ár fer WAGGGS at taka støðu til sjálvstøðugan føroyskan limaskap. Tað eru grønu KFUK-skótarnir og gentuskótarnir í Føroya Skótasambandi, sum umvegis Føroya Skótaráð koma at verða limir í altjóða felagnum.
Føroysku dreingjaskótarnir eru í altjóða høpi skipaðir í ein annan felagsskap, WOSM, World Organization of the Scout Movement, Føroyar hava enn ikki hava rokkið sjálvstøðugum limaskapi, men luttaka umvegis Danmark.
Tað eru umleið 1000-1200 skótar í Føroyum, harav meiri enn helmingurin eru gentur. Talið á skótum er økt seinastu árini, og tað er at fegnast um, tí tað er gott fyri børn og ung at vera partur í einum felagsskapi, sum byggir á virðini hjá skótarørsluni: Ábyrgd, álit, virðing, hjálpsemi og tænastuhugur.
Landsstýrismaðurin ynskti føroysku skótunum góða eydnu at fáa tað seinasta upp á pláss við sjálvstøðugum altjóða limaskapi í WAGGGS.










