Við aðru viðgerð hevur Løgtingið samtykt at hækka pensjónsaldurin til 69 ár. Stórur spenningur var, um samgongan megnaði at standa saman um uppskotið, sum hevur fingið harðar atfinningar. Eitt nú eru fakfeløgini ikki hoyrd, soleiðis sum avtalað varð, tá uppskotið varð tikið aftur í fjør. Fleiri tingfólk úr samgonguni hava funnist at tí.
Tað er eisini greitt, at tað fer Framsókn, sum hevur kravt hesa broyting fyri at taka undir við Suðuroyartunlinum.
Sambært galdandi lóg er pensjónsaldurin 67,5 ár. Hann hækkar til 68 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1962.
Síðani er ásett í galdandi lóg, at Løgtingið 5. hvørt ár skal taka støðu til pensjónsaldurin um 10 ár, og at hann í mesta lagi skal hækka 0,5 ár hvørjar ferð. Tað mekir, at 68,5 ára pensjónsaldur í fyrsta lagi kann vera fyri fólk, sum eru fødd eftir 1967 og at 69 ára pensjónsaldurin í fyrsta lagi kann vera fyri fólk, sum eru fødd eftir 1971.
Hetta verður broytt sambært tí, sum nú er samtykt við aðru viðgerð, til hetta:
Fólkapensjónsaldurin er:
1) 67 ár fyri persón, ið er føddur áðrenn 1. juli 1957.
2) 67 ár og 6 mánaðirfyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. juli 1957 til 31. desember 1962.
3) 68 ár fyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. januar 1963 til 31. desember 1966.
4) 68 ár og 6 mánaðirfyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. januar 1967 til 30. juni 1969.
5) 69 ár fyri persón, ið er føddur aftan á 30. juni 1969.
Tað merkir, at fólk, sum eru fødd millum 1966 og 1972 fáa hægri pensjónsaldur í mun til tað, sum galdandi lóg um fólkapensjón legði upp til.
Øll andstøðan – saman við Liljuni Weihe úr Tjóðveldi, atkvøddi ímóti. Og øll samgongan uttan Liljuna Weihe atkvøddi fyri. Úrslitið var 16 atkøvður fyri og 15 ímóti.
Málið fer nú víðari til 3. viðgerð, sum í fyrsta lagi kann koma á skrá á tingfundi mikudagin.
Soleiðis atkvøddu tingfólk:
##med2##
##med3##













