Frystilínuskipið Jákupi B hevur fiskað meira enn 400 tons higartil í ár, og tað er eingin loyna, at hetta hevur givið rættiliga nógv, bæði til skip og manningar. Skipari er Helmar Lassen

Línuskip gera tað ógvuliga gott í løtuni

Frystilínuskipið Jákupi B hevur fiskað meira enn 400 tons higartil í ár, og tað er eingin loyna, at hetta hevur givið nógv, bæði til skip og manningar

 

Frystilínuskipið Jákupi B hevur fiskað meira enn 400 tons higartil í ár, og tað er eingin loyna, at hetta hevur givið rættiliga nógv, bæði til skip og manningar. Skipari er Helmar Lassen

Frystilínuskipið Jákup B hevur í morgun selt lastina, sum teir henda túrin hava fiskað í íslendskum sjógvi. Lastin varð seld á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya.

 

Jákup B hevði stívliga 300 tons tilsamans, harav 174 tons vóru av hýsu og 92 tons av toski. Haraftrat vóru 27 tons av longu, 17 tons av brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.

 

Skiparin, Helmar Lassen, sigur, at hetta er ein góður túrur, men hann hevur ikki hug at siga nakað ítøkiligt um søluvirðið og manningarpart á túrinum - ella higartil í ár.

 

Hetta er annar túrurin hjá Jákupi B í ár. Teir vóru fyrst ein styttri túr undir Føroyum, áðrenn teir fóru til Íslands, og undan Føroyum høvdu teir sløk 100 tons av frystum fiski.

 

Soleiðis hava teir á Jákupi B fiskað meira enn 400 tons higartil í ár, og tað er eingin loyna, at hetta hevur givið rættiliga nógv, bæði til skip og manningar.

 

Helmar Lassen hevur verið skipari á báðum túrunum hjá Jákupi B higartil í ár. Tað er bróðurin, Óli M. Lassen, sum er reiðari. Teir hava eisini útróðrarbátin, Líðhamar.

 

 

 

 

 

Frystilínuskipið Jákupi B hevur fiskað meira enn 400 tons higartil í ár, og tað er eingin loyna, at hetta hevur givið rættiliga nógv, bæði til skip og manningar. Skipari er Helmar Lassen