Løgreglan fann kvinnuna sum skar við glasi

- Tað vísti seg, at unga kvinnan hevði gjørt seg inn á tveir persónar við sama glasi á skeinkistaðnum í Havn, sigur vaktleiðarin í morgun

 

Í gjár leitaði løgreglan eftir einari ungari kvinnu, sum tíðliga náttina fyri hevði meiðslað ein mann við einum brotnum glasi á einum skeinkistaði í Havn.

 

Hetta hendi stutt eftir midnátt fríggjanáttina.

 

Vaktleiðarin visti í gjár at siga, at maðurin varð vorðin meiðslaður í andlitinum, bringuni og arminum av kvinnuni við brotna glasinum.

 

- Vit vita, hvør kvinnan er, og vit hava tosað við hana í telefon, men hon vil ikki siga, hvar hon er, og hon vil ikki møta upp á løgreglustøðini.

 

Nakað soleiðis segði vaktleiðarin,  tá vit høvdu hann í telefonini gjáramorgunin.

 

Í morgun visti vaktleiðarin at siga, at løgreglan í gjár fann kvinnuna á einari adressu, har løgreglan møtti upp ófráboðað.   

 

Kvinnan varð handtikin og hevur verið til avhoyringar, men er seinni leyslatin aftur.

 

Í sambandi við kanningararbeiðið í málinum hevur løgreglan eisini avhoyrt onkur vitni, sum vóru á skeinkistaðnum, tá hendingin fór fram.

 

Her vísti tað seg, at kvinnan fyrst hevði gjørt seg inn á ein annan persón á skeinkistaðnum, áðrenn hon skar mannin, sum talan var um í løgreglufrágreiðingini í gjár.

 

- Tað var í tí fyrru hendingini, at kvinnan breyt glasið í høvdið á manni, og hesin persónur fekk eisini onkur smærri skursl.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tá unga kvinnan hevði brotið glasið, fór hon eftir persóninum, sum síðan varð meiðslaður í andlitið, bringu og arm.

 

Sum skilst, verður tað roknað sum kvalifiseraður harðskapur, tá tú brúkar ein lut í harðskapsmáli, og hendingin verður so onkusvegna sektað hareftir.

 

Kvinnan er tískil skuldsett bæði fyri vanligan harðskap og grovan harðskap hetta kvøldið á skeinkistaðnum í Havn.