Gjáramorgunin um 08.50-tíðina varð ein ungur maður avdúkaður fyri at standa úti og pissa í miðbýnum í Havn.
- Tað var løgreglan sjálv, sum koyrdi framvið og sá mannin standa úti á alfaravegi og gera burturav sær, sigur vaktleiðarin í morgun.
Sum skilst, verður ofta sæð millum fingrarnar við slíkum, men tá tú stendur mitt úti á alfaravegi og ger slíkt, kann hetta fáa avleiðingar.
Vaktleiðarin sigur, at talan var um ein ungan mann, sum ikki var heilt edrúur, og hann kann nú vænta sær einar 1000 krónur í bót.
- Í hesum føri verður maðurin, sum stóð mitt úti á vegnum og pissaði, skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur vaktleiðarin.










