Eins og mánadagin, var løgreglan eisini í gjár úti og kannaði ferð á bilum.
- Vit vóru á Glyvursvegnum, har loyvt er í mest lagi at koyra 50 kilometrar um tíman, og her fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið.
Løgreglan var eisini í Vágatunlinum, og her fekk ein bilførari bót fyri ov nógva ferð.
- Men, tá ferðmátingar eisini vórðu gjørdar oman móti rundkoyringini í Kollafjarðadali, varð ein bilførari máldur at koyra 131 kilometrar um tíman.
Vaktleiðari sigur, at hetta gav bilføraranum frádøming av koyrikortinum.
Á Velbastaðvegnum við Norðasta Horn, har loyvt er at koyra 60 kilometrar um tíman, varð ein bilførari máldur at koyra 96.
- Hetta gevur bilføraranum eina treytaða frádøming, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.










