Tvær ferðir í gjárkvøldið varð boðað frá grindaboðum.
- Fyrst kom ein fráboðan um 21-tíðina, og síðan kom ein onnur umleið ein tíma seinni.
Tað visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
- Hin fyrra grindin varð sædd út fyri Tjørnuvík, og hin seinna varð sædd í Leirvíksfirði.
Vaktleiðarin sigur, at einki varð gjørt við hesar báðar grindirnar.
- Sýslumaðurin helt, at fólk í økjunum, har grindirnar vórðu sæddar, hava nóg mikið av grind, verður lagt aftrat.











