Flytur úr Klaksvík og til Víking

Jákup N. Vilhelmsen fer fram til og við 2028 at spæla við Víkingi

Víkingur skrivar soleiðis í dag:

 

Víkingur hevur gjørt avtalu við Jákup Norðoy Vilhelmsen, sum inniber at Jákup verður ljósabláur fram til kappingarenda 2028.

 

Jákup er uppvaksin í KÍ, men hevur eisini umboðað EB/Streym og B68. Eisini hevur Jákup umboðað Føroyar á ungdómslandsliðunum.

 

Jákup er 22 ára gamal og er verjukendur leikari.

 

Vit ynskja Jákupi hjartaliga vælkomnum í Sarpugerð, og ivast ikki í, at tit taka væl ímóti honum, skrivar Víkingur í dag.