- Tørvurin á vatni til húsarhald og vinnu er alsamt veksandi, samstundis sum tørvur eisini er á regluligum viðlíkahaldi av verandi skipan.
Í Runavíkar kommunu siga tey, at nú stendur vatnverkið í Lamba fyri tørni, og ætlanin er at endurnýggja og dagføra verandi brunnar, eins og rør og ventilar skulu endurnýggjast.
- Fyri at tryggja vatnveitingina, meðan arbeiðið fer fram, er neyðugt at gera ein nýggjan brunn. Nýggi brunnurin verður eisini ein varandi partur av vatnveitingini frameftir.
Sagt verður, at arbeiðið við at gera lendið klárt til nýggja brunnin vestan fyri verandi brunnar nú er farið í gongd.
- Í hesum sambandi kann roknast við nakað av óljóði frá brekking og tungari ferðslu, meðan arbeitt verður. Ætlandi verður arbeiðið liðugt um mánaðarskiftið september/oktober, verður lagt aftrat.











