B71 sleppur ikki undan at flyta upp

1. DEILD: Sandoyingar skulu tapa í minsta lagi helmingin av dystunum, ið eru eftir, um teir ikki skulu røkka málinum, sum teir hava sett sær

15 umfør eru avgreidd, og tað eru 12 umfør eftir av kappingini í næstbestu deildini. Undan hesum kappingarárinum var málið hjá sandoyingum, at nú skuldu teir vinna plássið í bestu deildini aftur, sum teir mistu í 2011 ella fyri 15 árum síðani.

 

Støðutalvan sigur, at tað sær gott út hjá sandoyingum – heilt gott. Í dag vann B71 6-1 á útivølli ímóti TB. B71 er topplið við 37 stigum. Báðir avbjóðararnir í kappingini um at flyta upp vunnu eisini fulla úrtøku. FC Suðuroy vann 2-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi, og ÍF vann 2-1 á útivølli ímóti FC Hoyvík.

 

B71 hevur bara tapt tvær ferðir í ár. Tað var í fyrsta umfari, tá ið FC Suðuroy vann 2-1 á Sandi og í øðrum umfari, tá ið Víkingur vann 3-2 á heimavølli. Síðani hevur B71 vunnið 12 dystir og einaferð er tað endað javnt.

 

Tað eru átta stig frá B71 og aftur til FC Suðuroy, og tað eru átta stig frá FC Suðuroy og aftur til ÍF.

 

Víkingur, sum hesa ferð vann 3-1 á heimavølli ímóti HB, er næstfremst við 33 stigum.

 

Um B71 ikki skal flyta upp, so skal B71 í 12 teimum seinastu umførunum vinna 16 stig færri enn ÍF, og tað ber ikki til at ímynda sær ta støðuna.

 

Umframt B71, FC Suðuroy og ÍF er tað bara TB, sum formelt hevur møguleika at flyta upp. Hjá TB er dagsskráin heldur at sleppa undan at flyta niður enn at hugsa um uppflyting. TB er á áttanda plássi, og tað eru trý stig aftur til FC Hoyvík, sum saman við EB/Streymi er undir niðurflytingarstrikuni.

 

Víkingur – HB 3-1 (2-0)

 

1-0: Rani Hansen 10.

 

2-0: Jákup Martin Jarnskor 23.

 

2-1: Martin í Stórustovu 63.

 

3-1: Sigmund Hansen á Líðarenda 89.

 

 

 

NSÍ – B36 0-1 (0-1)

 

0-1: Børge Petersen 42.

 

 

 

EB/Streymur – FC Suðuroy 0-2 (0-1)

 

0-1: Olivur Renéson Thomsen 21.

 

0-2: Pætur Augustinussen 66.

 

FC Hoyvík – ÍF 1-2

 

0-1: Steffan A. Løkin 6.

 

0-2: Teit Hjelm 30.

 

1-2: Andreas Nolsøe 45.

 

 

 

TB – B71 1-6 (0-4)

 

0-1: Tobias Koktvedgaard 8.

 

0-2: Lucas Ørneborg 15.

 

0-3: Lucas Ørneborg 17.

 

0-4: Eric Oteng 34.

 

1-4: Musah Armah 67.

 

1-5: Eric Oteng br 79.

 

1-6: Bergur Simonsen 88.

 

 

 

B71151212451537
Víkingur151032382233
FC Suðuroy15924432329
ÍF15564293121
B3615627263120
NSÍ15546212219
HB15447162016
TB15447233316
FC Hoyvík154110284813
EB/Streymur15211218427

 

 

 

 

 

16. umfar

 

Leygardagin 4. juli

 

ÍF – Víkingur

 

NSÍ – FC Suðuroy

 

B36 – FC Hoyvík

 

B71 – HB

 

TB – EB/Streymur