Miðil: USA og Iran samd um at steðga álopum

USA og Iran eru samd um at steðga við at leypa á hvørt annað. Tað skrivar amerikanski miðilin Axios við støði í einum ónevndum høgtstandandi amerikanskum embætismanni.

USA og Iran hava seinastu dagarnar skuldsett hvørt annað fyri at bróta vápnahvíldina. Sambært Axios eru londini nú samd um at steðga álopunum og taka samráðingarnar uppaftur. Mynd: Ritzau Scanpix.

Sambært miðlinum ætla londini eisini at hittast í Doha, høvuðsstaðnum í Katar, týsdagin fyri at royna at loysa ósemjuna um Hormuzsundið.

 

Ein ónevndur amerikanskur embætismaður sigur somuleiðis við Reuters, at USA og Iran fara at steðga álopunum, og at skip aftur sleppa at sigla frítt gjøgnum Hormuzsundið.

 

USA og Iran skrivaðu undir eitt semjuskjal í miðjum juni, har londini bundu seg til at samráðast um eina varandi friðaravtalu innan 60 dagar. Tey samdust eisini tá um at steðga álopum, men síðani hava bæði londini skuldsett hvørt annað fyri at bróta ta veiku vápnahvíldina.

 

Seinastu dagarnar er ófriðurin kyknaður aftur. USA hevur framt fleiri álop móti iranskum málum eftir, at Iran sambært USA hevði lopið á skip í Hormuzsundinum.

 

Leygardagin segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at Iran „ikki fer at vera til longur“, um USA verður noytt at taka kríggið uppaftur.

 

Hormuzsundið, sum liggur millum Iran og Oman, er ein av týdningarmestu siglingarleiðunum í heiminum. Umleið ein fimtingur av øllum útflutninginum av olju og gassi fer vanliga gjøgnum sundið, og ófriðurin hevur fingið orkuprísirnar kring heimin at hækka.

 

Sunnudagin boðaði iranska kollveltingarhirðin frá, at hon fer at herða eftirlitið við skipaferðsluni í Hormuzsundinum, og at skip, sum bróta reglurnar, fara at verða møtt við harðari hond.

 

 

 

USA og Iran hava seinastu dagarnar skuldsett hvørt annað fyri at bróta vápnahvíldina. Sambært Axios eru londini nú samd um at steðga álopunum og taka samráðingarnar uppaftur. Mynd: Ritzau Scanpix.