Tað segði Putin í einari samrøðu við russiska journalistin Pavel Zarubin, sambært Reuters.
– Vit vænta at síggja umboð fyri amerikonsku stjórnina, sum vit longu hava hitt fleiri ferðir í Moskva, tá hendingarnar eru av og tann virknasti parturin av Iran-stríðnum er liðugur, segði Putin.
Hann legði aftrat, at Russland er til reiðar at halda fram við samráðingunum og umrøða allar smálutir.
Úttalilsið kom, tá Putin varð spurdur um sambandið millum Russland og USA eftir seinasta G7-toppfundin í Fraklandi.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir heitt á Russland og Ukraina um at gera eina avtalu, sum kann enda kríggið. Seinastu mánaðirnar hevur amerikanska stjórnin tó havt størsta dentin á Iran og stríðið í Miðeystri.
Amerikansku samráðingarfólkini Steve Witkoff og Jared Kushner hava áður vitjað í Moskva í sambandi við samráðingar um Ukraina.











