Hagstova Føroya ger hvør hálvár upp, hvussu skattainntøkurnar hildnast í ymisku kommunukassunum kring landið, og her verður eitt nú samanborið við fyrra hálvár árið fyri.
Nú tølini fyri fyrra hálvár í ár eru komin, er skattaøkingin í Skálavíkar kommunu merkisverd.
Hóast kommunan hevur havt avbjóðingar á ymiskum økjum, kunnu skálvíkingar fegnast um, at tað rættiliga er farið at fløða í kommunukassanum.
Skálavík er ikki stór bygd, men tað gongur skjótari og skjótari við tilflytingini, tí í dag búgva 173 fólk í Skálavík.
Sambært uppgerðini hjá Hagstovu Føroya fyri fyrra hálvár, sum nú er komin, sæst, at Skálavík hevur havt ein skattavøkstur í mun til fyrra hálvár í fjør á heilli 41,23 prosent.
Í krónum merkir tað, at skattainntøkan fyrra hálvár í fjør var 3,1 millión krónur, og fyrra hálvár í ár er hon 4,4 milliónir.
Hetta svarar til ein skattavøkstur á slakar 1,3 milliónir - ella 41,23 prosent.
Í Skálavík er stórur byggiaktivitetur og saman við tí, at kommunan hevur fingið fleiri nýggjar borgarar, er skattainntøkan vaksin rættiliga nógv higartil í ár.
Bakkafrost byggir stóra smoltstøð, sum skjótt tekur ímóti fyrstu smoltunum, MBM er farið undir framleiðslu av osti, Mark hevur bygt raðhús, og virksemið á Mølini økist.
##med2##
Sammett við hinar kommunurnar í Sandoynni, hevur skattavøksturin í Skálavík fyrra hálvár í ár verið framúr.
Soleiðis, sum viðhefta talva hjá Hagstovu Føroya vísir, hevur skattavøksturin í Skálavíkar kommunu í ár verið líka so stórur, sum á Sandi og í Skopun tilsamans.











