Fípan Fagra er í flokki fyri seg

5-mannafør kvinnur: Aftur í dag flongdi FM favoritturin úr Klaksvík allar hinar

Á norðoyastevnu, eystanstevnu og jóansøku vunnu kvinnurnar umborð á Fípuni Føgru trivaligan sigur, og soleiðis varð tað eisini í dag, nú tað í fína summarveðrinum á fjarðastevnu í Vestmanna varð sett punktum fyri fínum kappróðrardegi.

 

Fípan Fagra leyp avstað, og síðani var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin hjá FM favorittunum úr Klaksvík fór at verða. Tá ið Fípan Fagna fór um málið, vóru tað í hvussu so er fýra bátslongdir aftur til næsta bátin.

 

Aftur í dag var tað Tjaldrið, sum var næstfyrst á mál. Tjaldrið var eina bátslongd undan Sílinumm.

 

Fípan Fagra hevur fult stigatal, og tað skal ógvuliga nógv vanda øðrvísi ólavsøkuaftan, enn tað nú ger, um Fípan Fagra ikki verður føroyameistari.

 

1 Fípan Fagra (KRF)05:12.09+00.007 
2 Tjaldrið (NSÍ)05:21.05+08.926 
3 Sílið (HR)05:23.16+11.145 
4 Leikalind (TIND)05:27.19+15.204 
5 Teistin (AR)05:31.46+19.743
1 Fípan Fagra (KRF)428 
2 Tjaldrið (NSÍ)424 
3 Sílið (HR)420 
4 Leikalind (TIND)414 
5 Teistin (AR)414 
6 Falkur (HVR)24

 

 

 

 

 

rsf.fo