Mattias Hellisdal slapp á vøllin seinastu 10 minuttirnar, tá lið hansara, Västerås SK vann týðandi útisigur í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Á Örjans vøllinum í Halmstad eydnaðist tað Västerås at vinna 3-1 á botnliðnum, Halmstad.
Halmstad legði seg á odda longu í fyrsta minutti av dystinum, men bert tríggjar minuttir seinni javnaði Mikkel Ladefoged fyri útiliðið.
Taonsa Alex legði Västerås á odda í 26. minutti, og í 63. minutti økti hann til 3-1.
Talan var um ein sera týðandi sigur hjá Västerås, ið hevur 15 stig á níggjunda plássinum. Västerås hevur eina frástøðu upp á seks stig til tvey tey aftastu liðini, Halmstad og Örgryte, ið hava seks stig hvør.
Sunnudagin 12. juli klokkan 13 hevur Västerås dyst á heimavølli móti Degerfors.










