Í kvøld fóru AB og EB/Streymur í summarfrí frá landskappingini. Næsti dystur hjá AB verður ólavsøkuaftan í Gundadali ímóti B36. Talan er um framfluttan dyst frá 18. umfari. Næsti dystur hjá EB/Streymi verður sunnudagin 2. august, tá ið Víkingur verður gestur við Margáir.
Í kvøld fóru Sigfríður Clementsen og hansara menn av Argjum við 2-1 sigri. Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur nú hevur 17 stig, og at AB hevur 20 stig. Tað er merkisvert, tí higartil í ár hevur tað kenst sum um, at tað hevur gingið væl hjá AB, meðan tað hevur verið meiri striltið hjá EB/Streymi, sum 15. mars legði rygg til 3-0 heimatap ímóti AB.
Úrslitið í kvøld ber við sær, at EB/Streymur hevur vunnið átta stig úr fýra teimum seinastu umførunum, og tað ber aftur við sær, at tað í løtuni eru fimm stig aftur til niðurflytingarpláss.
Einasta málið í fyrra hálvleiki skoraði EB/Streymur, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Við frísparki varð lagt úr høgru og fram í brotsteigin, har tað eftir eitt sindur av aftur og fram var Virgar Jónsson, sum setti bóltin í málið.
EB/Stremur vann 10 hornaspørk, og AB vann fimm hornaspørk. Men 20 minuttir undan leikloki eydnaðist tað AB at javna til 1-1. Málskjútti var miðvallarin Jón Steingrímsson, sum fyri aðru ferð í ár var málskjútti í Meistaradeildini.
Stórar tíggju minuttir undan leikloki skoraði EB/Streymur 2-1 sigursmálið. Málskjútti var Sowe Ba Lamin, sum tveir minuttir frammanundan var skiftur inn á liðið hjá EB/Streymi. Hetta var aðru ferð í ár, at gambiski framrættaði spælarin var málskjútti í Meistaradeildini. Uppleggið átti Thomas Bjørn Miezan, sum varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, og av álvara gjørdi um seg tann stóra hálva tíman, sum hann var á vøllinum.










