Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein hundur hevði verið inni í einum høsnagarði í Havn og gjørt feigdina um seg.
- Hundurin hevði beint fyri fleiri hønum. Eigarin av høsnagarðinum hevði búrað hundin inni og ringdi síðan til løgregluna at boða frá tilburðinum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey settu seg í samband við hundaeigaran, sum verður skuldsettur fyri ikki at hava ansað nóg væl eftir hundinum.
Hetta fær eigarin eina bót fyri.
- Spurningurin er so, um hundaeigarin eisini fær eitt krav um endurgjald frá tí, sum átti høsnagarðin, men tað vita vit ikki, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.










