Mest sannførandi sigurin av øllum í góðveðrinum á fjarðastevnu í Vestmanna í dag vunnu 17-18 ára gomlu genturnar umborð á Sílinum hjá Havnar Róðrarfelag.
Sílið hevur vunnið allar kappingarnar í ár, og aftur í dag var als eingin ivi. Sílið sprakk avstað, og so var tað bara spurningurin, hvussu sannførandi sigurin í dag fór at verða. Og hann var sera sannførandi. Sílið økti stútt og støðugt um munin, og á málinum var tað einar tríggjar bátslongdir aftur til næsta bátin.
Kollur úr Kollafirði og Tekla úr Klaksvík kappaðust eina lítla løtu, men tað var skjótt, at tað sást, at tær úr Kollafirði vóru greitt omaná í tí kappingini, meðan tað var styttri frá Teklu og aftur til Kellingina av Eiði, enn tað var frá Teklu og fram til Koll.
Í FM kappingini er Sílið stórfavorittur at vinna, og á næstu plássunum er tað mest sum greitt, at tað vera ávikavíst Kollur og Tekla, sum fara at vinna ávikavíst vilvur og bronsu.
| 1 | Sílið (HR) | 05:09.29 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Kollur (KÍF) | 05:15.32 | +06.06 | 6 | ||
| 3 | Tekla (KRF) | 05:24.17 | +14.76 | 5 | ||
| 4 | Kellingin (ERF) | 05:28.12 | +18.66 | 4 | ||
| 5 | Spógvin (NSÍ) | 05:29.42 | +20.26 | 3 | ||
| 6 | Æðan (AR) | 05:34.07 | +24.56 | 2 |
| 1 | Sílið (HR) | 4 | 28 | ||
| 2 | Kollur (KÍF) | 4 | 24 | ||
| 3 | Tekla (KRF) | 4 | 20 | ||
| 4 | Kellingin (ERF) | 4 | 15 | ||
| 5 | Spógvin (NSÍ) | 4 | 10 | ||
| 6 | Títlingur (HR) | 3 | 9 | ||
| 7 | Æðan (AR) | 2 | 3 |
rsf.fo










