Føroysku kvinnurnar vunnu í Gibraltar

Julia Naomi Mortensen skoraði sigursmálið ímóti Gibraltar

Mynd: FSF

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti vann í dag venjingardystin ímóti Gibraltar. Dysturin varð spældur í Gibraltar, eftir at føroyska liðið seinastu vikuna hevur verið á venjingarlegu í Marbella í Spania.

 

Úrslitið var 1-0 til Føroyar. Føroyska málið skoraði Julia Naomi Mortensen í fyrra hálvleiki. Hon mannaði álopið saman við Tóru Mohr.

 

Tað sá ikki út til at vera vandamikið, tá ið málverjin hjá Gibraltar spældi bóltin út til vinstra vongverja. Men so spældi vongverjin í vinstru bóltin upp á tvørs, og har var Julian Naomi Mortensen skjót, fekk fatur á bóltinum og setti hann í málið.

 

-Hetta var hugaligt. Seinastu nógvu ferðirnar hava vit verið undir stórum trýsti og einki pláss havt á miðvøllinum. Í dag høvdu vit meiri pláss, og so var tað sjálvandi góð kensla at vinna, sigur málskjúttin Julia Naomi Mortensen við facebooksíðuna hjá kvinnulandsliðnum.

 

 

 

Gibraltar – Føroyar  0-1 (0-1)

 

Føroyar: Valborg Østerø – Julia Helena Dal Henriksen, Birita Ryan, Rakul Maria Johannesen, Sarita Maria Mittfoss, Ásla Johannesen – Kára Djurhuus, Sanna Svarvadal, Heidi Sevdal – Julia Naomi Mortensen, Tóra Mohr

 

Mynd: FSF