Pál var stórfavorittur undan kappingini, og hóast hann ikki svam sína bestu tíð á árinum, so var hetta ríkiliga skjótt til at halda allar kappingarneytar aftan fyri seg, tá kappast varð í svimjihøllini í Gladsaxe.
Besta tíðin hjá Pál er norðurlendska metið upp á 7.6,24, sum hann setti í 2011. Í dag vann hann gull í tíðini, 7.44,49. Næstur honum var Alvi Hjelm við tíðini, 8.08,37, og er hetta nærum 12 sekund betri enn besta tíðin, sum Alvi hevði svomið undan kappingini í dag. Samstundis tryggjaði hetta Alva heitið sum danskur juniormeistari á teininum.