Føroyskur landsliðsleikari skiftir felag

Rógvi Baldvinsson spælir ikki longur við Bryne í næstbestu norsku deildini.

Føroyski landsliðsleikarin, Rógvi Baldvinsson, skiftir úr Bryne heim aftur til Ålgård, har hann hevur spælt meginpartin av yrkisleiðini og var liðskipari árini 2010 til 2012. Hann skiftir harvið úr næstbestu norsku deildini og í triðbestu deildina.


24 ára gamli Rógvi Baldvinsson hevur spælt 166 dystir og skotið 26 mál fyri Ålgård, har hann fekk sín fyrsta dyst í 2006. Áðrenn kappingarárið í fjør skifti hann til Bryne, sum bara var eitt stig frá at spæla seg í endaspælið um uppflyting. Rógvi fekk 26 dystir fyri Bryne.


Summarið 2012 skrivaði Rógvi undir tvey ára sáttmála við enska Bristol Rovers, men eftir bara tveimum vikum í felagnum valdi hann av persónligum orsøkum at fara aftur til Noregs.


Rógvi Baldvinsson hevur spælt 12 landsdystir fyri Føroyar og hevur skotið tvey mál.